Forsøgan til Víkarætlanina er í stuttum henda:
Í 2006 kom Vinnumálaráðið við einum "yvirskipaðum orkupolitikki", har ásett varð, at í 2015 skuldu 20 % av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orku.
Hetta hevði við sær, at SEV setti sær sum mál, at í 2015 skuldu 55 % av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum í mun til 45 % í dag.
Til tess at røkka hesum máli varð ein 10 ára útbyggingarætlan gjørd, ið varð løgd fyri umboðsnevndarfundin hjá SEV 21. november 2008 og einmælt samtykt. "Víkarverkið" var partur av hesi ætlan.
Elframleiðslan úr varandi orku økjast til 75 %
3. desember í fjør samtykti eitt samt løgting Veðurlagspolitikk Føroya, har m.a. verður ásett, at í 2020 skal útlátið av veðurlagsgassum í Føroyum skerjast við 20 % í mun til 2005. Sum lið í hesum skal elframleiðslan úr varandi orkukeldum økjast til umleið 75 %.
Soleiðis ímyndar Landsbyggifelagið sær, at Víkarvatn fer at síggja út aftaná útbyggingina - í hægstu vatnstøðu. Mynd: LBF
Á aðalfundi í SEV 23. apríl í ár varð samtykt at brúka 5 mió. kr. til nærri lýsing av Víkarætlanini. Hetta arbeiðið er farið í gongd.
Hákun Djurhuus, stjóri, kunnaði á almennum fundi í Eydnuni á Oyrarbakka í gjárkvøldið um ætlanina. Áhugaði kunnu síggja power-point framløgu hansara við at trýsta her.
Atkoman til Víkarvatn verður m.a. umvegis eina brúgv um Fossá. Mynd: LBF