Viðlíkahaldsarbeiðið á Heygaverkinum

Viðlíkahaldsarbeiðið á Heygaverkinum
Í juni mánað í ár var Heygaverkið ikki í rakstri, tí høvuðsventilurin bleiv útskiftur, og generatorurin bleiv umbygdur. Hetta hevði við sær nakað av yvirrrenning av vatni á Heygabyrgingini.

Verkið skal aftur takast úr rakstri í august og september í ár, tí kontrollskipanin skal endurnýggjast, og fáa vit tá innført fjarstýring á verkinum. Øll stýringin fer tá fram á Fossáverkinum.
Samstundis sum verkið verður tikið úr rakstri, skal byrgingin í Heygadali kannast.

17.03.2025
Earth Hour 2025