Yvirflatuviðgerð av hesum slag skal gerast við 25-30 ára millumbilum.
Arbeiðið upp á turbinur verður altíð lagt soleiðis til rættis, at minst møguligt av vatni skal renna burtur. Hóast arbeiðið eisini í hesum føri varð lagt til rættis í mai mánað, sum er ein av okkara turrastu mánaðum, mistu vit nakað av vatni.
Eisini verður viðlíkahaldsarbeiði framt á turbinu 1 og 2. Arbeiðið á turbinu 1 er liðugt, men í løtuni verður arbeitt upp á turbinu 2.
Tær hava koyrt í meira enn 25 ár. Slitlutir verða skiftir, skaðar afturgjørdir og tað hevur víst seg at verða neyðugt at broyta legufundamentið og gáttirnar í frárenningarslokunum.