Vesturheimurin skal skifta triðja hvørt orkuverk út innan 2035

Er tíðin komin til nýhugsan? Hundraðtals gomul orkuverk í vesturheiminum fara at spýta CO2 út í áratíggjur, verður ikki størri fokus sett á varandi orku, stendur í altjóða frágreiðing.

Gomul orkuverk í vesturheiminum, ið skjótt hava tænt fyri seg, hótta veðurlagsvinarligu elektrisitetsblandingina, um ætlanin framvegis bert er at skifta tey út við nýggj osandi verk.

Soleiðis ljóðar ávaringin frá altjóða orkustovninum, IEA, í frágreiðingini World Energy Outlook, sum varð løgd fram í gjár í London. Her verður upplýst, at ein triðingur av vanligu orkuverkunum í vesturheiminum vera tekniskt búgvin at senda á pensjón um 10-15 ár.

- Skulu orkuverkini avloysast av orkuverkum, sum ikki kunnu útgerast við tøkni til at fáa fatur á og goyma CO2, kann hetta fastlæsa útlátið í eini 40 ár aftrat, skrivar IEA í frágreiðingini.

Um allan heimin eru 400 GW kol, olju og gassorkuverk, sum eru meira enn 40 ára gomul og 585 GW, sum eru millum 30 og 40 ára gomul.

Og sum landið liggur í løtuni, verða fimm ferðir so nógvar krónur veittar í stuðuli til fossil brennievni enn til varandi orkutøkni. Her má vend koma í, skal tørvurin á nýggjum vanligum orkuverkum minka, leggur IEA dent á.

Trupulleikin við gomlum orkuverkum er viðkomandi fyri OECD-londini beint nú, tí tey hava havt kolorkuverk at veita grundlastina í mong ár. Hetta hevur ikki verið galdandi í sama mun t.d. Asia, har vøksturin hevur økt um tørvin á nýggjum orkuverkum tvey tey seinastu áratíggjuni.

Sambært greiningunum fara pensjoneraði orkuverk at standa fyri tveimum triðingum av samlaða tapinum í kapasitetinum fram ímóti 2035. Tað snýr seg um umleið 650 GW kol, 400 GW gass og 310 GW olju, ið verða koblað frá netinum.

Kjarnorkan økist

Eisini fleiri kjarnorkuverk og vindmylluparkir vera klár at fara á pensjón í 2035, og tilsamans roknar orkustovnurin við, at 35 prosent av øllum nýggjum íløgum í kapasitet fara til at avloysa gomul orkuverk.

Fram ímóti 2035 roknar IEA við, at tað globalt verða gjørdar íløgur fyri 9.600 miljardir dollarar (51.000 miljardir krónur) í nýggj orkuverk og nútíðargerð av verandi orkuverkum. Hetta svarar til 60 prosent av samlaðu íløgunum innan elorkuøkið.

Til tess at vinna á trupulleikunum ætla fleiri lond umframt vanlig orkuverk at byggja kjarnorkuverk. Roknað verður við, at parturin av kjarnorku í elframleiðsluni fer at vaksa úr 2731 TWh í 2008 til 4900 TWh. Hetta er ein vøkstur uppá 79 prosent, harav Kina einsamalt stendur fyri 40 prosentum.

Leggja vit kjarnorkuna saman við varandi orkukeldum, fer CO2-skerda elframleiðslan at standa fyri 45 prosentum av framleiðsluni í 2035, upplýsir IEA, sum tó tekur síni fyrivarni.

- Sjálvt um mong, serliga OECD-lond, broyta politikk viðvíkjandi kjarnorku, er vavið av nýbyggingum enn avmarkað. Hetta kemst fyrst og fremst av ótryggleikanum á útreiðslusíðuni og trupulleikum við at reisa kapital, skrivar IEA í World Energy Outlook.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking