Vestas sendir 3.000 starvsfólk til hús

Danska vindmyllufyritøkan Vestas letur fýra verksmiðjur í Danmark og Svøríki aftur, tí framleiðslan er ov kostnaðarmikil.

Danska vindmyllufyritøkan Vestas upplýsir í dag, at hon letur fýra verksmiðjur aftur í Danmark og Svøríki og sendir 3.000 starvsfólk til hús.

Felagið hevur orku til at framleiða nógv fleiri myllur enn tað hevur sáttmálar til í 2011.

- Hetta er ein døpur støða. Serliga, tá hugsað verður um, at Vestas stendur sterkari enn nakrantíð fyrr í globalum høpi. Vit økja marknaðarpartin og høvdu metnógvar ordrar í 2010, sigur Ditlev Engel stjóri í einum tíðindaskrivi.

Ov kostnaðarmikið

99 prosent av myllunum hjá Vestas verða seldar uttanfyri Danmark. Og tað er í Danmark, at framleiðslan er allar dýrast.

– Í dag er tað bíligari fyri Vestas at framleiða eina vindmyllu í Spania og flyta hana við skipi til Svøríkis enn tað er at senda hana úr Danmark. Og um tú sendir eina myllu frá eini av okkara kinversku verksmiðjum til Danmarkar, er samlaði kostnaðurin tann sami, sum við at framleiða hana í Danmark, sigur Engel.

Hann heldur, at Vestas altíð má kunna kappast við Asia-kostnaðin pluss frakt.

– Og tað er tíverri ikki møguligt við dagsins yvirkapasiteti í Norður-Evropa, har kostnaðarstøðið er ov høgt, sigur hann.

Steingja verksmiðjur 

Uppsagnirnar raka meinast í Danmark, har verksmiðjurnar í Nakskov, Skagen, Viborg og Rudkøbing lata aftur. Verksmiðjurnar gera nacellur (mylluhøvd), myllubløð og myllutorn.

Felagið ætlar ístaðin at byggja vindmyllur nærindis vakstrarmarknaðunum. Í Evropa er kapasiteturin ov høgur, og nú veksur vindorkan munandi eisini í USA og Asia.

– Vit mugu vera so nær kundum okkara sum gjørligt. Fyri at siga tað einfalt, støðan er broytt, sigur Ditlev Engel.

Vestas hevur framvegis 6.000 fólk í starvi í Danmark og 21.000 um allan heimin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking