Danmark hýsir framvegis heimsins størsta vindmylluframleiðara - ið hvussu er var hetta støðan við árslok 2010, tá Vestas sat á ovastu rók á listanum yvir heimsins størstu vindmylluframleiðarar.
Hetta kemur fram í eini nýggjari greining av alheims marknaðarlutunum í vindmylluídnaðinum í 2010, sum altjóða danska ráðgevingarfyritøkan Make hevur gjørt.
Greiningin vísir eisini, at kappingin í oddinum er gróthørð. Vestas er altso nummar eitt, meðam kinesiska Sinovel er nummar tvey, amerikanska GE Wind nummar trý og kinesiska Goldwind nummar fýra.
Sinovel hevur sostatt lagt GE afturum seg, og Goldwind hevur sparkað týska Enercon niður á fimta plássið. Men sum nevnt er kappingin sera tøtt millum fýra tey fremstu feløgini. Munurin millum nummar eitt og nummar fýra er bert tvey prosent-stig.
Kinesisku feløgini ota seg fram
Samanumtikið gjørdu kinesiskir vindmylluframleiðarar rættiliga vart við seg á 2010-marknaðinum. Fýra av teimum tíggju størstu framleiðarunum er nú í Kina ímóti trimum árið fyri - harav tey flestu ota seg longur og longur upp eftir stiganum.
Sambært greiningini eru evropeiskir vindmylluframleiðarar framvegis væl fyri, tá tað kemur til sjóvindmyllur. 75 pst. av frálandaveitingunum í 2010 komu frá evropeiskum framleiðarum við Siemens og Vestas á odda.
Tíggju teir størstu vindmylluframleiðararnir vóru á nýggjárinum – sambært BTM Consult World Market Update: Vestas, GE Energy, Sinovel, Enercon, Goldwind, Gamesa, Dongfang, Suzlon, Siemens og REpower. Suzlon og REpower eru nú bæði ogn hjá the Suzlon Group.