Vestas fer nú eisini at gera el

Ætlar at byggja vindmyllupark at nøkta sína egnu streymnýtslu.

Danska vindmyllufyritøkan Vestas er í ferð við at byggja eina stóra vindmyllupark - til sín sjálvs. Parkin, ið fær navnið Talinay Oriente Wind Power Plant, liggur í Chile og skal gera streym, ið svarar til samlaðu orkunýtsluna hjá Vestas á heimsstigi.

Einar hálvthundrað myllur í 2 MW-støddini skulu setast upp, og tað fer nærum at tvífalda orkuframleiðsluna í Chile frá vindmyllum. Byggiætlanin byrjar í triðja ársfjórðingi í ár og skal longu vera liðug í fyrsta ársfjórðingi í 2012, skrivar Vestas í einum tíðindaskrivi.

Ætla bert at nýta grøna orku

- Ætlanin er ikki, at Vestas skal eiga mylluparkir í stórum stíli. Tað lata vit orkufeløgini um. Men Vestas hevur lovað, at orkunýtslan hjá fyritøkuni sum frálíður skal nøktast av grønari orku, og í nøkrum londum er ikki møguligt at keypa grønan streym. Tí koma vit at eiga og reka nakrar vindmyllur, sigur kunningarstjórin í Vestas, Michael Holm.

Hann leggur aftrat, at chilenska vindmylluparkin fer at nøkta umleið 95 prosent av samlaðu orkunýtsluni hjá Vestas kring heimin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking