Mánadagin og týsdagin 16. og 17. september var verkstova í Húsahaga, sum snúði seg um vetnisframleiðslu (eisini nevnt brintframleiðslu). Verkstovan er partur av verkætlanini "Faroelyzer", sum er eitt samstarv millum Sev, Umhvørvisstovuna og DTU.
Nógv verður tosað um grønt brennievni, men ein treyt fyri at gera grønt brennievni, er at man hevur nokk av vetni. Endamálið við Faroelyzer er at kanna møguleikarnir fyri at nýta vindorku til at framleiða vetni í Føroyum, og hvussu ein elektrolysa (t.e. ein eind, ið framleiðir vetni) kann knýtast í elnetið og veita frekvens- og spenningsregulering.
Verkætlanin fór í gongd fyri einum ári síðani, og heldur fram til ársenda. Á verkstovuni var dentur lagdur á gongdina higartil og restina av verkætlanini. Ein møgulig demonstrationsverkætlan var eisini viðgjørd á verkstovuni. Afturat hesum var tíð eisini sett av til at vitja battaríhøllina hjá Sev á Sundi og biogasverkið Förka.
Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni er verkætlanarleiðari, og stýribólkurin er mannaður við umboðum frá DTU, Umhvørvisstovuni (Sigurð í Jákupsstovu) og Sev (Terji Nielsen). Afturat Terja eru Uni R. Petersen, Flemming Højgaard og Helma Maria Tróndheim frá Sev við í verkætlanini. Helma Maria er innanhýsis verkætlanarleiðari, meðan Uni og Flemming eru við í greiningararbeiðinum innan ávikavist tann tekniskt-búskaparliga og eltekniska partin. Umframt umboðini frá Sev luttóku 8 granskarar frá DTU og umboð fyri Umhvørvisstovuna og Förka.