Verkfrøðingatrot hóttir grønar dreymar

Danskar cleantech-fyritøkur hava brúk fyri hópin av verkfrøðingum og høgtútbúnum teknikarum.

Tað er ikki bara avgerðin hjá vindmyllufyritøkuni Vestas um at siga 2.000 fólkum upp og flyta framleiðsluna uttanlands, ið hóttir ætlanirnar hjá Danmark at gerast ein av fremstu útflutningstjóðum innan grøna tøkni.

Ein nýggj kanning, sum ráðgevingarfyritøkan Brøndum og Fliess hevur gjørt fyri danska Veðurlagsmálaráðið, avdúkar, at danskar cleantech-fyritøkur næstu tvey árini hava brúk fyri verkfrøðingum og høgtútbúnum teknikarum, skrivar Ugebrevet Mandag Morgen.

Brúk fyri 6.000 um árið

Næstu tvey árini hava fyritøkurnar brúk fyri 6.000 meðarbeiðarum um árið til tess at gira seg til skjótt vaksandi eftirspurningin eftir grønum loysnum - men danska útbúgvingarskipanin er bert før fyri at útvega 2.000 nýútbúgvin á økinum.

- Skal cleantech menna seg til ein vakstrarmotor hjá Danmark, er umráðandi, at peningur nú verður játtaður til at skapa neyðugu førleikarnar í nóg stóran mun. Alternativið er, at fyritøkurnar mugu útvega sær meðarbeiðararnar í eindum uttanfyri Danmark ella siga neitakk til bíleggingar, sigur Søren Brøndum í ráðgevingarfyritøkuni Brøndum og Fliess.

Ávaringarklokkurnar ringja

Kanningin fær ávaringarklokkurnar at ringja í verkfrøðingafelagnum IDA.

- Hetta er jú tað, Danmark skal liva av. Hava vit ikki nóg nógvar meðarbeiðarar tøkar, er vandi fyri, at fyritøkurnar flyta uttanlands til tess at fáa fatur í meðarbeiðarunum, tær hava brúk fyri, sigur formaðurin í IDA, Frida Frost.

Vísindamálaráðharrin, Charlotte Sahl-Madsen, óttast fyri gongdini og hóttandi førleikaturkinum og fer nú at kanna útbúgvingarøkið nærri.

Týdningarmikið fyri Danmark

- Ongin ivi er um, at útbúgving av dugnaligum og innovativum kandidátum á grøna økinum er týdningarmikil til tess at laga Danmark til eitt fossiltfrítt samfelag og samstundis stuðla upp undir vøkstur á cleantechøkinum, leggur hon dent á.

Hon sigur, at hon og veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lykke Friis, nú fara at tosa við vinnulívið og vitanarstovnar um møgulig politisk átøk til tess at fyribyrgja hóttandi útflytingini av fyritøkum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking