Verkætlanarøkið í Vestmannasundi er friðað

Verkætlanarøkið í Vestmannasundi er friðað
Mint verður á, at í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalstøkni í Vestmannasundi eru økini friðað fyri allari fisking, kaving og arbeiði á havbotninum.

Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkini í Vestmannasundi. Sjóvarfalsdrekarnir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.

Verður eitt nú fiskað tætt við drekarnar er vandi fyri, at línan fløkist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drekarnar.

Økið er tí friðað fyri allan fiskiskap, alla kaving og arbeiði á havbotninum. Harumframt er neyðugt at vísa stórt varsemi, tá siglt verður í økinum. Økini eru merkt á sjókortinum, sum vísir verkætlanarøkini, mitt í sundinum – millum Oyrargjógv á vágalandinum og Egilsnes á streymoyarlandinum.

Tað ber til at síggja knattstøðurnar á Google Maps, sum vísir neyva verkætlanarøkið í fartelefonini. Verkætlanarøkið er eisini sjónligt á www.fishin.fo.

Steðga undir grindarakstri

Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakthavandi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin.

Um illa vil til, og útgerð – antin hjá einum sjálvum ella hjá SEV – fær skaða, so skal SEV boðast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjóbjargingarstøðini, MRCC, frá beinanvegin.

Tak niður

Yvirlit yvir verkætlanarøkið

17.03.2025
Earth Hour 2025