Bretska felagið Atlantis Resources Corporation noyðist at skifta veingirnar á 1.300 tons tungu flóð og fjøru-turbinuni, sum liggur út fyri Orknoyggjunum:
- Í somu løtu, turbinan var komin uppá pláss, vístu sensorar, at veingirnir ikki fóru at megna uppgávuna, sigur ein talsmaður fyri Atlantis við New Civil Engineer.
Turbinan varð søkt í kav í august, og nú verður bíðað eftir líkindum at skifta rotorin. Atlantis roknar við, at hetta fer at seinka royndunum í einar tríggjar mánaðir.
Veingirnir styrkjast við kolfiburi
Rotorurin á turbinuni hevur ein diametur á 18 metrar, og koreanska fyritøkan Tempco Manufacturing hevur framleitt veingirnar. Veingirnir eru koblaðir til ein generator á 1 MW. Tempco Manufacturing fer nú at royna at styrkja upprunaligu komposittveingirnar við kolfiburi.
Ongin av hinum komponentunum í turbinuni, generatorinum, turbinuhúsinum og fundamentinum, eru ávirkaðir av feildimensjoneraðu veingjunum.
Sambært Atlantis Resources Corporation ber til at nøkta 15 prosent av bretsku elnýtsluni við flóð og fjøru-turbinum.