Øll vóna tað. Mong stríðast ágrýtin fyri tí. Men bert tey fægstu vænta, at ST-veðurlagsráðstevnan í Meksiko fer at føra til gjøgnumbrot í fastlæstu samráðingunum um eina framtíðar alheims veðurlagsavtalu.
Heimsins veðurlags- og umhvørvismálaráðharrar hava bert tríggjar dagar at samráðast í, áðrenn ljósini verða sløkt í ráðstevnuhølunum í meksikanska býnum Cancun, og øll fara heim aftur.
Tískil er neyðugt, at ráðharrarnir fáa framdrift í samráðingarnar, sum í roynd og veru hava staðið í stað síðani miseydnaða toppfundin í Keypmannahavn í fjør.
Tey flestu eru samd um, at spyrjast ikki ítøkilig úrslit burturúr í Meksiko, so verður tað sera trupult at fáa eina nýggja alheims veðurlagsavtalu í lag á ráðstevnuni næsta ár í Suðurafrika.
Nú má okkurt henda
Danski veðurlagsmálaráðharrin, Lykke Friis, viðgongur sambært donskum bløðum, at partarnir standa at kalla líka langt frá hvør øðrum sum á ráðstevnuni í Keypmannahavn í fjør.
- Nú má okkurt skjótt henda í samráðingunum, sum higartil eru farnar fram á embætismannastigi, staðfestir Lykke Friis.
ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, ávaraði í gjár um, at heimurin er í ferð við at missa síðsta møguleika sín at fáa bilbugt við veðurlagsbroytingunum.
- Eg eri stórliga bangin fyri, at heimsins lond - hóast ítøkilig prógv og samráðingar í fleiri ár - framvegis ikki taka avbjóðingina í nóg stórum álvara, segði Ban Ki-moon.
Tað hevur ligið í kortunum undan ráðstevnuni í Cancun, at ein bindandi avtala ikki fór at verða gjørd fyrrenn á COP17 í Suðurafrika næsta ár. Men fleiri og fleiri tosa um, at tað heldur ikki fer at henda tá.
Ráðstevnan í Cancun endar fríggjadagin.