Veðurlagsbroytingar elva til 25 pst. fleiri snarljós

Norsk frágreiðing sigur, at veðurlagsbroytingarnar fara at elva til 25 prosent fleiri snarljós á himmalinum hetta til 2050.

Ein frágreiðing frá norsku veðurstovuni sigur, at vit kunnu rokna við 25 prosent fleiri snarljósum hetta til 2050.

Veðurlagsbroytingarnar bera eisini í sær, at snarljós verða óvanligar tíðir á árinum - og kanska eisini í óvanligum støðum, stendur í frágreiðingini sambært Teknisk Ukeblad.

Norska orkumálaráðið hevur bílagt frágreiðingina til tess at finna útav, hvat orkufeløgini kunnu rokna við, tá tey skulu gera viðbrekniskanningar av elnetinum.

Í Danmark hevur DMI ikki gjørt líknandi kanningar av snarljósatíttleikanum í framtíðini, men sambært Eigil Kaas, veðurlagsgranskara á Niels Bohr-stovninum, fara somu niðurstøður helst at gera seg galdandi í Danmark, hóast hann ikki vil áseta nakað ítøkiligt prosenttal.

Meira avfall í framtíðini

- Eg haldi tó, at tað í høvuðsheitum eru somu viðurskifti, ið gera seg galdandi í Danmark. Snarljós og torusláttur eru beinleiðis knýtt at nógvum avfalli, sum vit hava sæð í fleiri førum í summar, og sum vit kunnu rokna við at fáa meiri av í framtíðini, sigur Eigil Kaas sambært Ingeniøren.

Alheims upphitingin kann elva til meiri avfall aðrar tíðir á árinum enn nú umframt øktan títtleika av glopraregni um summarið. Avleiðingin av hesum verður, at torusláttur eisini verður vanligari aðrar árstíðir enn um summarið.

Hvat elnetinum viðvíkur, roknar Joachim Holbøll, lektari á DTU Elektro, tó ikki við, at illveðrið fer at elva til stórvegis avleiðingar.

- Nú verður elnetið kaðallagt allastaðni, so ein vøkstur í snarljósatíttleikanum upp á 25 prosent fer ikki at hava stórvegis týdning fyri júst elnetið, sigur hann sambært Ingeniøren.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking