Veðurlagsætlanin hjá ES ikki nóg ítøkilig

Nýggja veðurlagskoyriætlanin fram ímóti einum grønari ES í 2050 er ikki nóg ítøkilig, heldur Dansk Energi.

Dansk Energi er als ikki nøgt við umfatandi veðurlagsætlanina, sum ES-veðurlagskommisserurin, Connie Hedegaard, hevur lagt á borðið fyri at røkka langtíðar veðurlagsmálunum hjá ES í 2050.

Ætlanin sigur onki um, hvørji ítøkilig átøk skulu gerast til tess at ES-londini skulu røkka málinum um at minka um CO2-útlátið við 80-95 prosentum í 2050.

- Tað er eitt vónbrot, at kommissjónin bert kemur við eini greining og ikki nøkrum ítøkiligum uppskoti. Hetta er rætt og slætt ov tunt, sigur Ulrik Bang, sum er ES-stjóri í Dansk Energi.

- So leingi vit ikki hava nøkur ítøkilig mál at halda okkum til, fer ongin at taka CO2-trupulleikan í nóg stórum álvara, og so vinnur kolið, tá nýggjar íløgur skulu gerast í orku, sigur hann sambært Jyllands Postinum.

Ikki rætta mannagongdin

Nýggja veðurlagsætlanin legur dent á, at limalondini sjálvi skulu gera meiri fyri at skumpa undir orkusparingarnar.

Heitt verður á hvørt einstakt limaland um at gera eina virkisætlan fyri, hvussu málini kunnu røkkast fram til 2050.

Í Dansk Energi halda tey tó ikki, at hetta er rætti vegurin fram.

- Tá heitt verður á londini um at gera sínar egnu ætlanir og sigla sín egna sjógv, verður handklæðið jú kastað í ringin fyri eini felags evropeiskari regulering. Og tað er eitt stig skeiva vegin, sigur Ulrik Bang.

Felagið hjá donsku elfeløgunum leggur dent á, at tað tekur undir við sjálvari ætlanini, men at fleiri ítøkilig uppskot mugu á borðið, áðrenn ferðkann fáast á tilgongdina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking