Vattenfall víðkar einvíst endurgjaldsskyldu sína

Orkufelagið áleggur sær sjálvum eina endurgjaldsábyrgd í sambandi við streymslit, ið er eindømi millum elveitarar í Svøríki og nógv strangari enn kravt.

Í næstum fáa 37.000 vinnukundar hjá orkufelagnum Vattenfall í Svøríki eina skrivliga fráboðan um, at felagið átekur sær eina nógv størri endurgjaldsábyrgd enn higartil í sambandi við streymslit.

Lyftini til kundarnar eru galdandi frá 1. januar 2011 og bera í sær, at Vattenfall áleggur sær sjálvum eina skaðabót, ið er eindømi millum elveitarar í Svøríki og nógv strangari enn kravt.

Ein broyting er, at 270 fyritøkur fáa endurgjald, eru tær raktar av streymsliti í tveir tímar. 37.000 vinnukundar fáa endurgjald, hava teir ongan streym í 6 tímar. Hetta skal haldast upp ímóti galdandi reglum á 12 tímar. 

Høgar ambitiónir

- 12 tímar er ov long tíð hjá eini fyritøku at vera uttan streym. Okkara ambitión er nógv hægri enn tað, og kunnu vit ikki lúka okkara egnu ambitiónir, skal kundin hava endurgjald, sigur Annika Viklund, stjóri fyri Vattenfall Eldistribution sambært heimasíðuni hjá danskenergi.dk.

Lyftini hjá Vattenfall eru sum nevnt eindømi og hava ikki sín líka millum onnur elfeløg. Umframt endurgjald fyri drúgv streymslit lovar Vattenfall eisini at veita endurgjald fyri tíðarásett slit, skjóta hjálp - tildømis tá skift verður til annan veitara, betri kunning, hjálp til at kanna manglar við elgóðskuni og at veita endurgjald fyri øll útlát av vakstrarhúsgassum frá orkuverkunum hjá Vattenfall.

- Lyfti okkara skulu síggjast sum ein vørulýsing, so vinnukundar okkara kunnu síggja, hvat teir kunnu vænta av okkum, sigur Annika Viklund.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking