Vattenfall skal byggja vatnorkuverk í Fraklandi

Svenski orkurisin hevur verið partur av franska orkumarknaðinum seinastu 11 árini.

Svenska orkufelagið Vattenfall við dóttirfeløgum kring alt Evropa ætlar av álvara at gera seg galdandi á franska orkumarknaðinum.

Í hesum sambandi læt Vattenfall í síðstu viku upp nýggja skrivstovu í París.

Felagið ætlar at gera íløgur fyri níggju miljardir svenskar krónur í varandi orku í Fraklandi. Hetta boðar felagið frá í sambandi við, at Frakland í heyst fer at bjóða út fleiri loyvi at reka vatnorku í landinum.

5.300 MW

Fronsku myndugleikarnir ætla at bjóða út loyvi upp á tilsamans 5.300 MW frá 2011 til 2015. Vattenfall upplýsir, at felagið umhugsar at gera íløgur í 1.000 MW vatnorku í Fraklandi.

Frakland hevur í løtuni næststørsta vatnorkukapasitetin í Evropa, 25.000 MW.

Vattenfall hevur verið partur av franska orkumarknaðinum síðani ár 2000, og samlaða elsølan hjá felagnum í Fraklandi í fjør lá um 6 TWh.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking