Vattenfall heldur fram við risastórum vindorkuíløgum í Norðsjónum.
Nú byggja teir týsku vindmylluparkina DanTysk, sum skal veita upp til 1,32 terawatt-tímar (TWh) av streymi um árið.
Parkin er uppá 288 megawatt (MW) og liggur 70 km vestanfyri oynna Sylt.
Hevur heimsmetið
DanTysk verður ein av heimsins størstu havvindmylluparkum. Tann størsta er Thanet, sum Vattenfall tók í nýtslu herfyri.
Samanlagt skal Vattenfall og samstarvsfelagið Stadtwerke München (SWM) gera íløgur uppá meira enn einamiljard evrur, tvs. umleið átta miljardir krónur, í verkætlanina.
Arbeiðið at byggja parkina, sum skal hava 80 vindmyllur, byrjar í 2012. Parkin umfatar eitt 70 ferkilometrar stórt havøki við eini dýpd upp til 30 metrar.
Sáttmálar eru gjørdir
Parkin skal vera liðug um ársskiftið 2013/2014, og vindmyllurnar eru keyptar frá Siemens.
– Vattenfall heldur fram við at gera íløgur í varandi orku, sigur Vattenfall-stjórin Øystein Løseth í einum tíðindaskrivi. - Tað er minni enn ein mánaður síðani, vit tóku Thanet í nýtslu, heimsins størstu havvindmyllupark, út fyri ensku strondini. Við DanTysk halda vit fram við arbeiðnum í Týsklandi, sum byrjaði við okkara partnarum í fyrstu havvindmylluparkini í Týsklandi, Alpha Ventus.
– Saman við fyrr avgreiddum verkætlanum fer DanTysk at gera okkum føran fyri at veita varandi orku til 800.000 húsarhald og harumframt nøkta elnýtsluna í undirgrundarskipanini í München, sigur dr. Kurt Mühlhäuser, stýrisformaður í SWM.