Vatntrot ávirkar eisini orkuframleiðsluna í Norra

Við vanligum regnnøgdum og hita kann tað taka tvey ár, áðrenn vatnstøðan í goymslunum í Norra er normal aftur.

- Vit koma ikki uppá normala vatnstøðu aftur í bræði. Tað kann taka tvey ár at innflyta okkum aftur til eina normaliseraða støðu, um vit brúka vanligar regnnøgdir og hita sum grundarlag.

Tað sigur norski greinarin Olav Botnen í fyritøkuni Markedskraft um vantandi vatnstøðuna í norsku byrgingunum sambært Teknisk Ukeblad.

Rakar Norra meinast

Hann roknar við, at vatnundirskotið í norðurlondum sum heild er umleið 41 TWh.

– Norra manglar 20 TWh í vatngoymslunum og 13 TWh í kavagoymslunum í mun til vanligt. Í Svøríki er undirskotið ávikavist 5 TWh og 3 TWh. Hetta kann fáa rættiliga álvarsamar avleiðingar, um veðrið verður kaldari aftur, og hetta rakar Norra meinari enn Svøríki, tí Svøríki hevur oljukondensorkuna at taka til, sigur Olav Botnen.

Lág framleiðsla

2010 var eitt av turrastu árunum nakrantíð, og Botnen metir, at norska orkuframleiðslan í 2011 bert verður 94 TWh. Í tíðarskeiðnum 1990 til 2009 var miðalframleiðslan í Norra 122,44 TWh sambært tølum frá Statnett.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking