Elframleiðslan úr vatni í august í ár fleirfaldaðist í mun til august í fjør og tað, vit vanliga síggja í hesa ársins tíð. Heili 30% av samlaðu framleiðsluni í august var vatnorkuframeiðsla.
“Hetta er tann besti august mánaði, vit nakrantíð hava sæð í mun til vatnorkuframleiðslu”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.
Hoyterrin hevur ikki verið av tí besta í august, men í mun til grøna orku hevur august roynst øgiliga væl. Regnmátarin á Fitjunum í Vestmanna vísti 81,3 mm í august í ár í mun til 17,2 mm í august í fjør. Sigast skal tó, at sera turt veður var í august mánaði í 2021.
Hetta sæst eisini í tølunum fyri vatnorkuframleiðsluna. Í august í fjør kom vatnorkuframleiðslan upp á 1,7 GWt, meðan vit í august í ár vóru uppi á 10,5 GWt. Ein hækking á meira enn 500%.
Vindorkuframleiðslan øktist eisini munandi í august í ár í mun til í fjør, og stóð fyri 25 prosentum av samlaðu framleiðsluni, meðan elorka úr biogassi minkaði nakað.
Tilsamans kom varandi orkuframleiðslan í august upp á góð 55% av samlaðu framleiðsluni, og spardi SEV fyri sløk 3.500 tons av olju í mun til august í fjør. Higartil í ár, hava vit brúkt 6.800 tons færri enn sama tíðarskeið í fjør.
Vatnorkuframleiðslan fyri árið fram til 31. august í ár liggur framman fyri sama tíðarskeið í 2015, sum var metár í mun til vatnorkuframleiðslu við 133 GWt. Síðan 2016 hevur miðalframleiðslan úr vatni verið 106 GWt.
“Sum tað sær út nú, eru útlitini fyri grønari orkuframleiðslu restina av árinum góð”, sigur Her Mortensen. “Fleiri vindmyllur eru komnar upp, og nakrar koma afturat. Samstundis fer verkætlanin í Porkeri við battaríum og synkronkompensatori væntandi at koma í eina fasta legu í heyst.”