Vatnorka kann gerast dýrabar fyri Norra

Vatnorka í samspæli við vindorku kann bera í sær, at Norra kann selja vatnorkuna, tá tørvurin er stórur og prísurin høgur.

- Vatnorkan er partur av norska tjóðarskattinum. Her hava vit ein einastandandi møguleika til framhaldandi útbygging av landinum. Oljan og gassið vera einaferð uppi, men vatnið varir í allar ævir, sigur Audun Ruud, granskingarleiðari á granskingarstovninum Sintef.

- Í 30 ár hevur Norra ríkað seg upp sum stórveitari av orku umvegis oljuvirksemi sítt. Vatnorkuna hava vit harafturímóti hildið fyri okkum sjálvan. Men her er ein broyting á veg, sigur Audun Ruud við Aftenbladet.

Fýra nýggir kaðalar í umbúnað

Norra er í løtuni samanbundið við meginlandið umvegis fýra stórar sjókaðalar. Tríggjar til Danmarkar og ein til Hollands.

Fýra nýggir eru í umbúnað, til Danmarkar, Hollands, Týsklands og Skotlands.

– Her liggja heilt greitt nógvir fyrimunir fyri Norra og norska búskapin. Norsk vatnorka í samspæli við vindorku í Evropa kann bera í sær, at vit kunnu selja vatnorku í tíðarskeiðum, tá tørvurin er stórur og prísurin høgur, sigur Einar Hope, professari á Norges Handelshøyskole.

Ovurhonds stórar íløgur

Men hann heldur, at møguleikarnir mugu kannast nærri, tí íløgurnar, ið skulu til, eru ovurhonds stórar.

– Vit mugu ansa eftir, at virðisskapanin er nóg stór til, at íløgurnar loysa seg, sigur hann.

Norsku íløgurnar eru ein týdningarmikil partur av eini nógv størri ætlan um eitt slag av einum evropeiskum superneti. Í hesum liggur ein umfatandi uppstiging av streymnetinum í Evropa og stórt tal av nýggjum linjum um alt meginlandið. Hetta verður mett at fara at kosta ES umleið 1600 miljardir krónur.

Dýrari fyri brúkararnar

Ger Norra íløgurnar, ið skulu til fyri at vera við í hesum, verða avleiðingarnar fyri norsku brúkararnar hægri prísir fyri at fáa streym til húsini.

Statnett hevur roknað seg fram til, at tað fer at kosta umleið 40 miljardir krónur at nútímansgera norska elnetið. Aftrat hesum kemur prísurin fyri nýggju kaðalarnar til útlandið, sum eru mettir at kosta umleið fimm miljardir í miðal hvør.

Ein fittur partur av hesum kostnaðinum fer at koma inn aftur við m.a. hægri netleigu hjá brúkarunum.

Streymprísirnir í Evropa eru væl hægri enn teir norsku. Verður norski orkumarknaðurin bundin saman við tí evropeiska, fer prísstøðið í Norra at líkjast meiri tí evropeiska.

Nýggj náttúruinntriv

Skal Norra gagnnýta henda møguleikan, mugu norðmenn eisini finna seg í, at hetta fer at síggjast í landslagnum.

Neyðugt verður við fleiri nýggjum orkulinjum, vindmyllum og smáorkuverkum, og har kaðalarnir skulu á sjógv, skulu anlegg byggjast, skrivar Aftenbladet.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking