Umleið 10 mió. fólk í Evropa eru oyggjabúgvar, og størsta avbjóðingin hjá hesum oyggjasamfeløgum innan orkuøkið er, hvussu flyta vit okkum burtur frá fossilari orku til varandi orkukeldu.
Isidro Pescador, serfrøðingur hjá Eurelectric vísti á fimm avbjóðingar hjá smáu oyggjasamfeløgunum. Hann hevur saman við øðrum skrivað eitt álit um avbjoðingarnar innan elframleiðslu hjá smáu oyggjasamfeløgunum í Evropa.
- Marknaðurin. Av tí at elkervið er so lítið, er tað torført at fáa marknaðarkreftirnar at virka. Tað er lítil og ongin kapping á elframleiðsluøkinum, tað er dýrari at fáa fígging, og úrslitið av hesum er, at elframleiðslan gerst einstáttað.
- Óstøðug stýring. Oyggjasamfeløg hava oftani “copy-and-paste” loysnir frá meginlandinum, har elkervið er sett saman til ein heilt annan veruleika, so sum stórframleiðslu og kapping. Hvørt oyggjasamfelag má hvør sær finna, hvør teknisk loysn hóskar best.
- Elveitingartrygd. Fyri at hava eitt so støðugt elnet sum gjørligt, eru ofta fleiri dieselmotorar á netinum enn neyðugt. Úrslitið av hesum er dálking og dýrari streymprísir. Hetta er eisini ein stór avbjóðing, tá ið fleiri óstøðugar orkukeldur koma á netið so sum vind-, sól- og alduorka.
- Útlát. Av tí at oyggjasamfeløg eru so bundin at oljuni, verður tað torført at halda altjóða reglur fyri útlát.
- Innflutnings-bundin. Av tí at oyggjasamfeløg eru bundin at innflutningi av olju, eru tey viðbrekin fyri skiftandi oljuprísum og flutningsprísinum av olju. Tað er torført at halda ein støðugan prís.
Hetta eru orsøkirnar til, at oyggjasamfeløg mugu flyta seg frá fossilari orku til varandi orkukeldu. Loysnin, sum flestu oyggjar arbeiða við, er vind- og vatnorka.
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV hevði eina framløgu á ráðstevnuni, har hann greiddi frá stóru avbjóðingini at røkka málinum, at 75% av streyminum í Føroyum skal verða framleiddur við varandi orkukeldum í 2020.
Hetta er avbjóðingin sum heimsins oyggjasamfeløg stríðast við. Hetta kom fram á ráðstevnuni, har fyrilestrarhaldarar, heilt frá oynni Jeju í Korea, Hawaii, Asorunum, Malta og Kanarisku oynni El Hierro, umrøddi sama trupulleika og greiddu frá, hvørjum loysnum tey arbeiddu við.
Terji Nielsen frá SEV greiddi frá teimum stóru vatn- og vindorku útbyggingunum, sum hava verið seinastu árini í Føroyum, og hvørjar framtíðarætlanirnar eru. Millum annað greiddi hann frá nýggju vindmyllulundini í Húsahaga og royndirnar við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi.
Á lítlu Kanarisku oynni El Hierro, har einans 10.000 fólk búgva, er loysnin vindorka og ein “Pumped Storage” skipan, har vatn verður pumpað niðan í eitt vatn, fyri síðani, umvegis eitt elverk, at renna niður i eitt annað vatn. “Vónin er, at við hesari elskipan verður oyggin El Hierro 100% grøn,” segði Juan Manuel Quintero frá Gorona Del Viento.
Í Hawaii hava tey nokk av termiskari orku, tað er orka, sum verður tikin úr heitu jørðini eins og í Íslandi, men upprunafólkið á Hawaii er onki fyri, at orka verður tikin úr jørðini, tí tey trúgva, at so gerst gosfjallagudurin Pele firtin. Og tey eru heldur ikki glað fyri vatnorku, tí tekur tú meira av vatni úr fjøllunum, enn tú hevur brúk fyri at sløkkja tostan, so gerst fjallagudurin Namakaokahai firtin.
“Hetta er nakað, vit hava stóra virðing fyri, og tí er avbjóðingin stór á Hawaii at flyta frá oljuni til varandi orkukeldur - í løtuni er vindur og sólorka einasti møguleiki” segði Robert Kaneshiro frá Hawaii Electric Light Company á ráðstevnuni.
Eitt sum hugtók luttakararnar á ráðstevnuni, var nýggja PowerHub skipanin hjá SEV, ein skipan sum skal fyribyrgja black out og stabilisera elkervið. Hetta er ein avbjóðing, sum heimsins oyggjasamfeløg stríðast við at loysa. Terji Nielsen greiddi frá, hvussu henda skipanin virkaði, og hvussu PowerHub skipanini hevur roynst í Føroyum.
Peter Grima frá EneMalta greiddi frá, at á Malta eru ætlanir um at seta fleiri vindmyllulundir upp, men har er trupulleikin, at vindurin er fyri tað mesta niðri við strondina, men oyggjafólkið vil ikki hava vindmyllur har, tí tær skemma strendurnar, har ferðafólk skulu sóla sær um summarið.
Á fleiri oyggjum arbeiða tey við at binda í meginlandið saman við einum kaðali. Hetta fyri at gera elkervið meira støðugt, men hetta er ikki gjørligt hjá øllum, tí arbeiða flestu oyggjar við tekniskum loysnum, soleiðis at elkervið gerst sjálvberandi við grønari orku.
Eftir ráðstevnuna var ein munnlig avtala gjørd við hinar fyrilestrarhaldararnar, at hesir framyvir fara at samskifta sínamillum, hvussu reint tekniskt ymisku oyggjarnar fara at loysa ta stóru avbjóðing, at flyta frá fossilari orku til varandi orkukeldur.