Varandi orka kann einsamøll nøkta heimsins framtíðar orkutørv.
Tað sigur ein nýggj frágreiðing frá IPCC, Intergovernmental Panel on Climate Change.
Sambært frágreiðingini kann varandi orka veita 80 pst. av heimsins orku longu í 2050, skrivar Global Wind Energy Council í einum tíðindaskrivi.
Frágreiðingin er viðurkend av 194 stjórnum kring heimin, og fer væntandi at verða brúkt sum grundarlag undir framtíðar politiskum átøkum innan varandi orku.
Varandi orka sera stóran týdning
- Ein kjarnuboðskapur í frágreiðingini er, at varandi orka - vindur, vatn, sólarhiti, sólsellur osfr. - hevur sera stóran týdning í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum, og leiklutur tess í niðurskurðinum av vakstrarhúsgassum verður nógv týdningarmiklari enn jarðgass, kolevnissavning og kjarnorka, sigur Steve Sawyer, aðalskrivari í Global Wind Energy Council.
GWEC skrivar, at varandi orka í 2009 stóð fyri 12,9 pst. av heimsins orkutørvi, og at vindorka einsamøll í 2010 stóð fyri 2,5 pst. av alheims orkuframleiðsluni. Sambært frágreiðingini frá IPCC kann hesin parturin í 2050 vera uppi á 25 pst.
- Tað stendur til politikararnar at gera hetta til veruleika við at játta nóg nógvan stuðul til hetta endamál, skrivar Steve Sawyer.