Varandi orka kann ikki avloysa kjarnorku

Japan heldur fast um, at kjarnorka hevur eina framtíð í landinum.

Hóast japonsku kjarnorkuverkini hava verið hart rakt av harða jarðskjálvtanum 11. mars, heldur Japan fast um, at kjarnorka hevur eina framtíð í Japan.


Varandi orka fer ikki til fulnar at kunna avloysa orkutørvin frá kjarnorkuverkunum.

- Varandi orka einsamøll nøktar rætt og slætt ikki tørvin, og tí er kjarnorka framvegis neyðug, sigur Hidehiko Nishiyama, stjóri í japanska handilsmálaráðnum, sambært Bloomberg News.

Framvegis trupulleikar á Fukushima

Uppruddingarliðið á Fukushima-verkinum noyddist í morgun enn eina ferð at taka seg aftur av verkinum, eftir at nýggir trupulleikar høvdu tikið seg upp við triðja reaktorinum.

Svartur roykur stendur framvegis úr oyðilagda reaktorinum, og eigararnir av verkinum - Tepco - hava tí fyribils gjørt av at flyta uppruddingarliðið burtur haðani.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking