Kjarnorka er ein lutfalsliga trygg og rein orkukelda, tá alt gongur væl. Seinasta tíðin hevur tó víst, at hetta sjáldan varir serliga leingi, og júst nú uppliva vit tær báðar størstu hóttanirnar ímóti kjarnorku: Náttúruvanlukku og kríggj.
Báðar hesar hóttanirnar gera tey høgt tryggjaðu verkini til tikkandi bumbur og hótta ikki bert við deyða og ræðslu, men eisini við neyð og armóð, tá ovurhonds stórar miðsavnaðar eindir brádliga steðga framleiðsluni av eini ella aðrari orsøk.
Kjarnorkuvanlukkan í Japan telist millum tríggjar tær álvarsamastu av hesum slagnum nakrantíð. Tjernobyl var tann ringasta og Three Mile Island á nøkulunda sama stigi.
Betri altjóða eftirlit
Men myndirnar av einum rúkandi kjarnorkuverki í Japan ávirka eisini hugburðin til kjarnorku í Evropa. Londini í ES hava júst gjørt av at trygdartjekka tey útivið 150 kjarnorkuverkini í Evropa, og Týskland hevur tikið avgerð um at lata sjey eldri kjarnorkuverk aftur fyribils.
Christian Rovsing er millum fremstu kjarnorkuserfrøðingar í Danmark, og hann fylgir væl við gongdini.
- Trupulleikin er, at sera fáar ítøkiligar upplýsingar koma frá Japan, so vit vita ikki, um Evropa ger ov nógv av, sigur hann sambært DR.
Hann heldur, at ein av avleiðingunum av vanlukkuni í Japan eigur at vera, at eftirlitið við kjarnorku verður miðsavnað undir altjóða kjarnorkustovninum IAO í Wien.
- Tað átti ikki at verið loyvt at bygt kjarnorkuverk í jarðskjálvtaøkjum, og tað átti at verið kjarnorkustovnurin í Wien, sum góðkendi og gav loyvi til nýggj kjarnorkuverk kring heimin. Eisini ruskgoymslurnar áttu at verið undir altjóða eftirliti, heldur Christian Rovsing.