Vanligasti elprísurin í Grønlandi 3,02 kr/kWh

Nuuk hevur nógv bíligasta elprísin av teimum 70 búplássunum í Grønlandi, 1,61 kr/kWh.

Í Grønlandi høvdu tey inntil 2009 - eins og galdandi er í Føroyum - eins elprís fyri alt landið.

Síðani hevur prísurin í eini royndartíð, sum gongur út við árslok í ár, verið ásettur eftir, hvat ið tey ymsu elverkini kring landið kosta í rakstri - og hetta hevur havt við sær stóran prísmun, alt eftir hvar í landinum ein býr.

Sambært nýggjastu gjaldskránni hjá orkufelagnum Nukissiorfiit frá 1. februar í ár, kostar ein kilowatttími brúkarunum í 59 av teimum 70 búplássunum í Grønlandi 3,02 kr.

Í tíggju plássum liggur prísurin millum 2,16 kr. og 2,85 kr. fyri kilowatttíman.

Nuuk lægst

Lægsta elprísin í Grønlandi hevur Nuuk. Har er prísurin 1,61 kr/kWh.

Fiskaídnaðurin í Nuuk rindar 67 oyru fyri kilowatttíman, meðan virkini í teimum átta plássunum í landinum við hægsta elprísinum rinda 3,02 kr/kWh.

Í 61 plássum liggur elprísurin hjá fiskaídnaðinum millum 0,90 kr. og 2,90 kr/kWh, stendur á heimasíðuni hjá Nukissiorfiit.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking