Vandi fyri skammlopi í gomlum Force-móttakarum

Elnevndin mælir fólki, ið hava slíkar móttakarar, til at vera ansin.

Í sambandi við eftirlitsvirksemið hjá Elnevndini er nevndin komin eftir, at dømi eru um, at skammlop er komið í Force-móttakarar, ið millum annað verða nýttir saman við Televarpinum í Føroyum. Í tí sambandi hevur Elnevndin sett seg í samband við Televarpið.

Tvær hendingar hava verið umrøddar í fjølmiðlunum, har talgildir móttakarar hava elvt til skaða; í einum føri elvdi ein móttakari í september 2009 til ein álvarsligan eldsbruna á Stykkinum, og í einum føri kundi somuleiðis eldsbruni spurst burturúr.

Gamlir móttakarar

Talan er um móttakarar við merkinum Force D-Master 1144T og Force 320T, sum Televarpið og aðrir handlar hava selt. Hesir Force-móttakarar eru millum 5 og 8 ára gamlir og verða ikki longur seldir í  Føroyum.

Málini eru kannað av Elnevndini, Politinum, Brunaumsjón Landsins og Televarpinum. Kanningarnar vísa, at veikleikar eftir øllum at døma hava verið á prentkortunum innan fyri streymveitingina. Helst hava loddingarnar á nøkrum móttakarum verið ov veikar og eru brotnaðar, og tað hevur við tíðini ført til skammlop í nøkrum førum.

“Hetta eru hendingar, sum í ringasta føri kunnu elva til eldsbruna, og tí vil Elnevndin mæla fólki til at vera ansin. Um móttakarin ikki virkar, sum hann plagar, um hann er heitari enn vanligt, ella um tað luktar brent, eru ráðini antin at fáa móttakaran umvældan ella skiftan,” sigur Elnevndin.

Televarpið tekur neyðug stig

Samstundis mælir Elnevndin altíð fólki til at sløkkja øll tól, og ikki bara móttakarar, tá ið tey ikki verða nýtt, tí hetta eru hendingar, sum kunnu koma og eru komnar fyri í øðrum førum.

Televarpið, sum m.a. hevur nýtt Force sum talgildar móttakarar, tekur undir við frágreiðingini og niðurstøðuni hjá Elnevndini og tekur neyðug tiltøk í tí sambandi.

“Talgildu móttakararnir Force 320T og Force 1144T verða ikki longur seldir, tí teir eru útgingnir, men tað eru framvegis nógv, ið brúka hesar móttakarar, og tí mælir Televarpið fólki til at vera ansin.

Televarpið fyrireikar í løtuni nøkur serlig tilboð til teirra, sum vilja skifta um móttakarar við nýggjari útgávur,” sigur Edvard í Skorini Joensen, virkandi stjóri í Televarpinum.

Tíðindaskriv frá Televarpinum.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking