Vænta at taka boringina upp aftur í apríl

Arbeiðið at bora vatnsavningartunnilin hjá SEV suður ímóti Selatrað er fyribils steðgað, orsakað av breki á borimaskinuni.

Boriarbeiðið í vatnsavningartunlinum hjá SEV millum Norðskála og Selatrað liggur stilt í løtuni.

Orsøkin er brek á borimaskinuni, sum helst stavar frá einum steini, ið hevur kílað seg fastan har frammi á borinum.

- Vit hava verið í sambandi við verksmiðjuna Robbens, ið hevur gjørt borimaskinuna, og har siga teir seg ongantíð hava hoyrt um tílíkt óhapp áður, sigur Torben V. Johansen, ið er verkætlanarleiðari hjá Eiði 2 Suður Samtakinum, ið stendur fyri arbeiðnum.

Hann sigur, at tilfarið í fjallinum, har borað verður, er óvanliga hart, og at hetta kann hava havt sína ávirkan.

Í gongd aftur í apríl

Torben V. Johansen roknar við, at tað fer at taka ein góðan mánaða ella so at umvæla brekið.

- Vit miða eftir at taka boringina upp aftur fyrst í apríl, sigur hann.

Boriarbeiðið hevur annars gingið sera væl higartil. Síðani farið varð undir at bora 9. september í fjør, eru 2,7 km boraðir ella ein slakur triðingur av tí ætlaða 8,4 km langa tunlinum.

Lidnir fyrr enn ætlað

Sambært byggisáttmálanum skal Eiði 2 Suður Samtakið handað SEV tunnilin fyrst í mars í 2013, men Torben V. Johansen sigur, at gongur tað, sum teir ætla, verður handanin fyrr enn so.

Teir eru sum er væl frammanfyri tíðarætlanina, og hóast ein steðgur nú verður í boringini í hálvanannan mánaða ella so, ætla teir kortini at verða lidnir fyrr enn ætlað, sigur hann.

Ikki arbeiðsleysir

24 mans eru knýttir at tunnilsarbeiðnum, men teir verða ikki arbeiðsleysir, meðan borimaskinan stendur still, sigur Torben V. Johansen.

- Vit hava nógmikið av øðrum uppgávum at takast við. M.a. skulu einar seks-sjey slokur borast upp til ætlaðu áarinntøkini, umframt at annað er at gera inni í tunlinum, sigur hann. 

Arbeiðið at gera tey umleið 20 áarinntøkini verður boðið út fyri seg í næstum.    


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking