Nýggja heimasíðan hjá SEV skal fáa í lag eitt tættari samskifti við brúkaran. |
Henda nýggja heimasíðan er tín elektroniska inngongd til Elfelagið SEV.
Størsta broytingin frá gomlu heimasíðuni til hesa síðuna er sjálvavgreiðslan. Tú kanst nú umvegis elektronisku sjálvavgreiðsluna á forsíðuni fáa eitt yvirlit yvir tína ársnýtslu, lata inn avlestur og boða frá flytingum.
Viðskiftafólk, sum eru við í gjaldsskipanini í peningastovnunum, GS-skipanini, hava fingið ella fáa ein av komandi døgunum kundanummar og loyniorð til sjálvavgreiðsluna saman við gjaldsyvirlitinum fyri november, sum er sent út. Tey, sum ikki eru GS-kundar, fáa kundanummar og loyniorð við ársuppgerðini fyri 2005, sum verður send út í januar 2006. Tað ber eisini til at venda sær til kundatænastuna hjá SEV á dp@sev.fo og biðja um kundanummar og loyniorð, áðrenn ársyvirlitið 2005 verður sent út. Síðani sendir SEV hesar upplýsingar við postinum.
Atgongd fæst til sjálvavgreiðsluna við fyrst at trýsta kundanummarið og síðani loyniorðið.
SEV hevur eina orkuráðgeving, og umvegis heimasíðuna ber nú til hjá tær at samskifta við Elfelagið um orkuspurningar og ivamál, ið tú sum brúkari ynskir svarað.
SEV fer á heimasíðuni regluliga at leggja tíðindi frá Elfelagnum og onnur tíðindi, sum eru viðkomandi fyri elnýtslu og orkuframleiðslu.
Fráboðanir
Kunngerðir um t.d. ætlað streymslit o.a., sum kann ávirka streymveitingina, verða lagdar út á heimasíðuna. Eisini er eitt yvirlit á heimasíðuni yvir størri arbeiðir, t.d. grevstrararbeiðir, sum SEV hevur í gongd kring landið.
Heimasíðan skal geva tær eitt gott yvirlit yvir, hvat fer fram í Elfelagnum SEV, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Nýggja heimasíðan er ein liður í størri opinleika í Elfelagnum, ið umboðsnevndin, stýrið og leiðslan boðaðu frá í sambandi við viðtøkubroytingarnar í fjør, sum m.a. bóru við sær, at umboðsnevndarfundirnir hjá SEV nú eru almennir.
SEV ynskir við eini virknari heimasíðu eitt tættari samskifti við sínar eigarar og brúkarar. Ein heimasíða verður ongantíð liðug, men skal áhaldandi vera í menning. Henda fyrsta tíðin hjá nýggju heimasíðuni er at meta sum ein royndartíð, har vit fegin frætta frá tær, hvat tú heldur er gott við síðuni, og hvat tú heldur er minni gott ella kanska vánaligt.
Rís og rós um heimasíðuna kann sendast til info@sev.fo.
Enn einaferð vælkomin á nýggju heimasíðuna, sum tú vónandi fert at hava fragd í at vitja.