Væleydnað streymmáting í Suðuroyarfirði

Týsdagin tók Brimil streymmátaran, sum hevur staðið á botninum í Suðuroyarfirði í 3 mánaðir, uppaftur. Mátingarnar vísa, at á harðasta broddi er rákið harðari enn 7 míl.

Streymmátingarnar í Suðuroyarfirði, sum Knud Simonsen lektari í havfrøði á Náttúruvísindadeildini stendur fyri, eru av.

Streymmátarin hevur staðið á umleið 67 m dýpi norður úr Nabbinum á Suðuroynni. Brimil legði mátaran út 21. juni og tók hann uppaftur í fyrradagin.

Mátingin er liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja møguleikarnar at fáa el-orku úr sjóvarfalsrákinum. Fyrr eru líknandi mátingar gjørdar í Skopunarfirði og í Leirvíksfirði.

Harðari enn 7 míl í Suðuroyarfirði

- Á vestfalsbroddinum 12. august kl. 05:00 vísa mátingarnar, at tað rak gott 7.5 míl. Hetta er harðasta rákið, sum varð mátað á hesum sinni. Suðuroyarfjørður er kendur fyri, at har rekur hart, og óivað eru støð í fjørðinum, har rákið er harðari enn á mátistaðinum, sigur Knud Simonsen í tíðindaskrivi.

Næstu dagarnar verða innsavnaðu dáturnar góðskutryggjaðar, eins og útrokningar av tøku orkuni verða gjørdar. Einar 2-3 vikur gantga, áðrenn úrslitini verða tøk.

Granskingarráðið, SEV og FVE stuðla

Granskingarráðið og SEV stuðla verkætlanina fíggjarliga, meðan Fiskiveiðieftirlitið (FVE) stuðlar verkætlanina við at skip teirra seta streymmátara út og taka teir upp aftur


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking