Nýggi Fiskivinnuskúlin í Vestmanna var síðsta fríggjadag karmur um eitt seminar um møguleikarnar fyri eini pumpuorkuskipan í Vestmanna.
Nevndin í SEV tók stig til seminarið til tess at fáa lýst málið út í æsir.
Allir viðkomandi partar vóru við
Umframt nevndina og dagligu leiðsluna í SEV, vóru umboð fyri sp/f Røkt, Jarðfeingi og Elveitingareftirlitið við á seminarinum.
Seminarið varð hildið í snotuligu fyrilestrarstovuni á nýggja Fiskivinnuskúlanum.
Somuleiðis vóru landsstýrismaðurin í elveitingarmálum, Johan Dahl, og aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen, við.
Eftir at partarnir høvdu lagt fram síni sjónarmið, var orðaskifti, sum Jógvan Ellefsen advokatur leiddi við hepnari hond.
Hákun Djurhuus, SEV-stjóri, og Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum/Elveitingareftirlitinum.
Fundarluttakararnir lótu væl at tí umleið tveir tímar langa fundinum, sum varð hildin í snotuligu fyrilestrarstovuni á Fiskivinnuskúlanum.
Ingeborg Godtfred, stjórnarskrivari á SEV, og Jóhan í Niðristovu, stjóri í sp/f Røkt.
Viðgera nú málið nærri
Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, sigur, at nevndin í løtuni viðger møguleikan nærri fyri eini slíkari pumpuorkuskipan, herundir eisini møguligt samstarv við sp/f Røkt.
Jógvan Thomsen, Jákup Suni Lauritsen, næstformaður í SEV, sum tók samanum eftir fundin, og Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.