Væleydnað ráðstevna um elskipanir
Í seinastu viku var ráðstevna um smáar elskipanir, samansettar av ymiskum orkukeldum, hildin í Føroyum. Týska fyritøkan Energynautics skipaði fyri ráðstevnuni í samstarvi við SEV undir heitinum “7th Annual Hybrid Power Systems Workshop”. Umhvørvisstovan og Effo stuðlaðu eisini ráðstevnuni.
Á leið 100 útlendskir granskarar, veitarar og starvsfólk í elgeiranum, umboðandi fleiri enn 20 ymisk lond, vóru komin til Føroya, og harafturat vóru uml. 20 føroyskir.
Ráðstevnan fevndi um tilsamans 4 dagar, býttir á tveir framløgudagar og tveir útferðardagar.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, setti ráðstevnuna. Av føroysku framløguhaldarunum kunnu nevnast Helma Maria Tróndheim og Brian Joensen fyri SEV, Kári Mortensen fyri Umhvørvisstovuna og Tórstein Balle, Ph.D.-lesandi á Setrinum.
Evnini á ráðstevnuni fevndu sera víða og til bar at hoyra framløgur um sól-, vind-, sjóvarfals- og vatnorku, umframt power to x, vetni, netskipanir o.a.m.
Á fyrru útferðini gekk leiðin til Vestmanna, har umboð fyri Minesto greiddu frá royndarverkætlanini við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Afturmeldingarnar vóru, at luttakararnir hildu hetta vera ómetaliga áhugavert og forvitnisligt.
Seinni útferðardagur var í Suðuroy, har luttakararnir m.a. vitjaðu øll orkuverkini hjá SEV og fingu sjón fyri søgn, at tað ber til at javna og partvís goyma vindorkuna við battarískipan, og at hetta eisini hevur við sær, at suðringar seinastu 10 dagarnar uttan íhald hava havt 100% burðardygga elorku, og harav til tíðir 100% vindorku, sum er óvanligt, fyri ikki at siga ógjørligt uttan eitt nú battarískipan.
Elskipanin í Suðuroy er serlig, og útferðin í Suðuroy var eisini eitt serligt høvi hjá trimum av luttakarunum. Tríggir týskir Ph.D.-lesandi, ávikavist knýttir at lærda háskúlanum í Bremen og Hannover, skriva hvør sína uppgávu um elskipanina í Suðuroy, og hetta var fyrsta ferðin, at teir høvdu møguleika at vitja á staðnum. Ritgerðir teirra eru partar av felags granskingarverkætlan millum lærdu háskúlarnar í Bremen og Hannover.
Tað var ein serlig løta fyri Robin Strunk, Lucas Reus og Marco Alferink, tá teir sum fyrsta tað allarfysta á túrinum í Suðuroy vitjaðu vindmyllulundina í Porkerishaganum. Allir skriva teir hvør í sínum lag um elskipanina í Suðuroy, men hetta var fyrsta ferðin, at teir vóru ‘on site’.