Útslitnar vindmyllur geva ovurstóran umhvørvistrupulleika

Útslitnar myllur eru ómøguligar at endurnýta og skapa ein veldugan trupulleika, sigur danskur verkfrøðingur.

Vindmyllur halda vanliga í tjúgu ár og gera reina og grøna, varandi og burðardygga orku.

Men eftir livitíð sína kunnu mongu tonsini av tungu glasfiburveingjunum ikki endurnýtast. Teir verða blakaðar í øskudungan ella brendir og eru sostatt ikki longur so vinsæmiligir mótvegis náttúruni.

– Í rakstri ger ein vindmylla grøna orku. Men tá hon er útslitin, er hon brádliga ein trupulleiki, sigur Tom Løgstrup Andersen, verkfrøðingur á Risø-DTU við Børsen.

– Ongin ítøkilig loysn finst í dag á at endurnýta veingir frá vindmyllum, leggur hann aftrat.

Vaksandi trupulleiki

Næstu níggju árini skulu 4.500 vindmyllur pensjonerast, eydnast ikki at leingja livitíð teirra. Hetta merkir, at 13.500 vindmylluveingir skulu burturbeinast, skrivar blaðið.

– Eg haldi ikki, at vit hava hugsað serliga nógv um hetta, sigur Andersen.

Hesum er Karen Ellemann, umhvørvismálaráðharri, samd við honum í.

– Vit skulu taka vindmyllurnar niður á ein so umhvørvisvinarligan hátt sum gjørligt. Men onki skjalprógv finst fyri, hvør mest umhvørvisvinarligi hátturin er at handfara tær upp á, sigur hon.

Hon hevur nú sett seks miljónir krónur av til tess at finna bestu loysnina, skrivar Børsen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking