Útskeldaða oljufelagið BP ætlar at byggja vindmylluparkir á 400-600 MW um árið í USA og seta eina miljard dollarar um árið í reina tøkni og varandi orku.
Tað skrivar Bloomberg News.
Deildin fyri varandi orku hjá BP, BP Alternative Energy, ætlar at skriva undir nýggjar sáttmálar við vindmylluframleiðarar frá 2011 og frameftir.
Vindorka á landi
Talan verður í fyrsta umfari um vindmylluparkir á landi, sigur stjórin fyri BP Alternative Energy, Dominic Emery, við Bloomberg.
Íløgurnar eru liður í arbeiðnum hjá BP at menna eina nýggja virkisætlan eftir oljuvanlukkuna í Meksikanska Flógvanum.