Útlit fyri arbeiðsfriði á almenna arbeiðsmarknaðinum

Almenni arbeiðsmarknaðurin verður helst friðarligari. Tað er greitt, eftir at almennu arbeiðsgevararnir og Starvsmannafelagið eru vorðin samd um fýra ára sáttmálar

Møguleiki er nú fyri, at almenni arbeiðsmarknaðurin veruliga kann gerast friðarligari. Tað er greitt, eftir at almennu arbeiðsgevararnir og Starvsmannafelagið hava gjørt semju um ein fýra ára sáttmála við einum rímiligum lønarkarmi

Samráðingar í knappliga 100 tímar hava nú givið eina semju millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Elfelagið SEV øðrumegin og Starvsmannafelagið hinumegin.

“Vit byrja nú veruliga at síggja myndina av einum friðarligari føroyskum arbeiðsmarknaði. Saman við fimm ára semjuni við sjúkrarøktarfrøðingarnar er semjan við Starvsmannafelagið við til at skapa frið á arbeiðsmarknaðinum. Allir partar fáa nú stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum enn júst lønarspurningum. Eitt nú kunnu vit brúka orku til førleikamenning og nýggja lønarskipan”.

Tað sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í felags tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Elfelagnum SEV. Landsstýrismaðurin skrivaði vegna Fíggjarmálaráðið undirs semjuna við Starvsmannafelagið fyrrapartin í dag.

Semjan ber í sær ein fýra ára sáttmála, ið fevnir um tíðarskeiðið frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010. Hetta er eitt munandi longri tíðarskeið enn í undanfarnum sáttmálum, ið hava fevnt um eitt ella tvey ár.

Fyrsta árið er karmurin 1,7 prosent, og tey fylgjandi árini er hækkingin 3 prosent árliga. Arbeiðsgevararnir meta hækkingina vera rímiliga, tí hon skuldi ikki nervað føroyska kappingarførið. Harumframt eru umflokkingar gjørdar.

Somuleiðis eru broytingar gjørdar, soleiðis at praktikkvegleiðarar kunnu fáa eina viðbót fyri at vegleiða praktikantum á almennum arbeiðsplássum.

Eitt treytað protokollat er partur av semjuni við Starvsmannafelagið. Í stuttum merkir protokollatið, at Fíggjarmálaráðið saman við fakfeløgunum vil finna fram til almennar reglur um, hvussu almenn størv skulu verða flokkað og lønt.





Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking