USA stórar ætlanir um sjóvindorku

Málið er 10 GW í 2020 pg 54 GW í 2030.

USA ætlar nú av álvara at skapa ein marknað fyri frálandavindorku.

Í gjárkvøldið løgdu Steven Chu orkumálaráðharri og Ken Salazar innanríkismálaráðharri eina umfatandi virkisætlan fram um amerikanskar sjóvindmyllulundir.

54 GW í 2030

Ætlanin fevnir um eina røð av átøkum, sum samanlagt skulu útvega 54 GW frá sjóvindmyllum í 2030. USA hevur í dag ikki eina einastu sjóvindmyllu, men longu í 2020 skulu myllur við einum samlaðum mátti upp á 10 GW vera settar upp.

Sum lið í ætlanunum at røkka málinum um 54 GW í 2030, ætla amerikanarar at játta 50 miljónir dollarar til gransking og menning, sum í fyrsta lagi skulu minka um útreiðslurnar av frálandavindorku og í øðrum lagi stytta um uppsetingartíðina av sjóvindmyllum.




Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking