Ársuppgerðin fyri 2012 og rokningin fyri januar og februar 2013 verður send kundum felagsins millum 18. og 22. februar 2013. Gjøldini fella til gjaldingar soleiðis:Rokning fyri: | Verður sent kundanum: | Fellur til gjaldingar: |
Januar/februar | 18. - 22. februar 2013 | 10. mars 2013 |
Mars | 18. - 22. februar 2013 | 25. mars 2013 |
Apríl | 18. - 22. mars 2013 | 10. apríl 2013 |
Mai | 8. - 12. apríl 2013 | 10. mai 2013 |
Frá 10. april 2013 og frameftir fella gjøldini til gjaldingar 10. í hvørjum mánað.
SEV heitir á kundar felagsins, um at upplýsa sev@sev.fo teldupostadressuna, soleiðis at ársuppgerðin og rokningin kann verða send umvegis telduposti. Frá 1. juli 2013 at rokna verður ómaksgjald uppá 25 kr. álagt teimum kundum, sum ikki taka í nýtslu sjálvvirkandi skipanir, sum kunnu nýtast í sambandi við uppgerð og gjalding av rokningum fyri 2013.