Ungt par doyði av streymi í brúsubaði

Tveir ungir sviar eru deyðir av streymi á frítíðarferð í Thailandi.

Tveir ungir sviar eru deyðir av streymi á frítíðarferð í Thailandi. Talan er um ein 25-ára gamlan mann og eina 23-ára gamla kvinnu, sum doyðu, tá tey fóru í brúsubað, og tað vísti seg, at deyðiligur streymur var í vatnstrálunum.

Syndarliga vanlukkan hendi leygardagin á einum gistingarhúsi í AO Nang í Krabilandspartinum. Knappliga, tá tey ungu vóru farin í bað, ljóðaði eitt ýl úr baðirúminum. Tá ein ferðafelagi fór at kanna, hvat var á vási, fann hon teir báðar ferðavinirnar liggjandi lívleysar á gólvinum.

Fekk sjálv stoyt

Skelkaði ferðafelagin royndi at fáa lív í aftur vinir sínar, men fekk tá sjálv stoyt, og noyddist at gevast við bjargingarroyndum sínum.

- Brúsubaðið er á ein ella annan hátt blivið streymleiðandi, sigur Per-Anders Andersson á svensku sendistovuni í Bangkok við Aftonbladet.

Ikki fyrstu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein svii er raktur á hendan hátt á frítíðarferð í Thailand. Í 2007 varð 34-ára gamli Robert Karlsson Svärd úr Stockhólmi funnin undir líknandi umstøðum á einum gistingarhúsi í Patong á oynni Phuket.

Teir báðir ungu deyðu sviarnir komu úr eini lítlari svenskari bygd í Jämtlandi, og tey høvdu ætlanir um at fjakka í Asia til juni saman við tveimum ferðafeløgum, sum nú hava gjørt av at fara heim aftur aftaná syndarligu vanlukkuna, skrivar Aftonbladet.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking