SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Undirvísing í Húsahaga

Undirvísing í Húsahaga

Eitt nýtt undirvísingarhøli í koplingarstøðini í Húsahaga er karmur um undirvísingina hjá SEV, ið er ein týðandi samfelagsskylda. Fólk frá elfelagnum undirvísa fólkaskúlanæmingum og lesandi á hægri stigi, og seinnu helvt av síðsta skúlaári fingu 340 fólkaskúlanæmingar undirvísing í Húsahaga

SEV er fólksins ogn, og SEV kennir tað sum sína skyldu at upplýsa um elframleiðslu, grøna orku og skynsama elnýtslu. Ein liður í hesum setningi er at undirvísa fólkaskúlanæmingum, lesandi á hægri stigi og øðrum bólkum í samfelagnum eftir tørvi.

Undirvísingarhølið í Húsahaga var tikið í nýtslu í februar, og seinnu helvt av síðsta skúlaári fingu 340 næmingar í 9. flokki í fólkaskúlanum undirvísing í Húsahaga. Undirvísingin fór áður fram á høvuðsskrivstovuni við Landavegin í Tórshavn.

SEV hevur í mong ár bjóðað øllum 9. flokkum í landinum ein undirvísingardag, har lærarar og næmingar eitt nú fáa vitan um grøna elframleiðslu og skilagóða elnýtslu. SEV fær eisini javnan fyrispurningar frá miðnámsskúlum og læristovnum á hægri stigi, sum sóknast eftir ítøkiligari vitan um elorkuøkið.

Koplingarstøðin, ið flytur streymin frá vindmyllunum út á 60 kV flutningsnetið hjá SEV, hýsir eisini nýggju battarískipanini, sum skal javna vindin frá vindmyllunum í Húshaga út á netið.

Støðin er byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og úr undirvísingar- og fundarhølinum ber til at eygleiða vindmyllurnar og grønu elframleiðsluna.

- Undirvísingin fer nú fram í einum sera væl hóskandi umhvørvi, har náttúra, grøn orka og tøkni ganga upp í eina hægri eind, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann greiðir frá, at grøna kósin hjá elfelagnum, sum hevur til endamáls at framleiða 100 prosent grøna orku á landi í 2030, snýr seg um rættan hugburð til orkuframleiðslu og orkunýtslu.

- Vit skulu fáa sum mest burtur úr varandi orkukeldunum og nýta orkuna við skili. Við hollari undirvísing er SEV við til at sáa rætta hugburðin í ungu ættarliðini, lærarar og aðrar vegleiðarar, sum dagliga starvast við børnum og ungum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.

Talan er um undirvísing á øllum útbúgvingarstigum, har tørvur er á vitanini hjá elfelagnum.

- Rættur hugburður og holl vitan skulu bera okkum fram á grønu kósini, og tí tekur SEV undirvísingarleiklutin í størsta álvara. Vit hava røttu karmarnar og dugnalig starvsfólk, so eg meti fyritreytirnar fyri hollari undirvísing eru til staðar, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Ymiskir serfrøðingar hjá SEV undirvísa í Húsahaga, alt eftir tørvinum hjá teimum, sum søkja sær vitan hjá elfelagnum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking