Umvælingararbeiðið á Fossáverkinum

Umvælingararbeiðið á Fossáverkinum
Í løtuni verður stórt viðlíkahaldsarbeiði framt á Fossáverkinum.

Bygningurin er bygdur í 1952, og nú varð neyðugt við størri uttanveggja umvæling. Talan er soleiðis um høvuðsumvæling av “klimaskerminum”, tað eru veggir, vindeygu og tekja.
Innandura verður nýtt ventilatiónsanlegg installerað, hesum stendur Renovent Sp/f fyri.
Dentur er lagdur á at varðveita upprunaliga sniðið, og hevur Árni Winther Arkitektar ráðgivið okkum hesum viðvíkjandi.
Tað er byggifyritøkan P/F Articon, sum stendur fyri umvælingini, og vænta vit, at arbeiðið verður liðugt seinni í heyst.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking