Umvælingar kosta SEV tíggjutals miljónir krónur

Umvælingar á Fossaverkinum og Heygaverkinum í Vestmanna í ár og næsta ár kosta SEV millum 35 og 40 mió. kr.

Framleiðsluverkini hjá SEV tørva av og á at verða tikin úr rakstri til størri umvælingar og viðlíkahald.

Talan er um kostnaðarmikil arbeiði, sum eru afturvendandi, men við fleiri ára millumbilum.

Fossáverkið í Vestmanna hevur ligið stilt stóran part av 2010 í sambandi við sandblásing og máling av rørum og turbinum umframt annað stórt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.

Hetta arbeiði einsamalt fer at kosta einar 16-17 mió. kr.

Tað upplýsir nevndin í SEV í viðmerkingum sínum til rakstrar-, fíggjar- og íløguætlanina fyri 2011.

Heygaverkið næst í røðini

Á sama hátt er ætlanin at taka Heygaverkið úr rakstri í 2011 til viðlíkahaldsarbeiðir, sum umfata bæði byrging, rørleiðingar og sjálvt elverkið.

Hetta fer at kosta umleið 20 mió. kr. í rakstrarútreiðslum í 2011 afturat vanliga rakstrinum.

Tilmæli eru um frá sakkønum, nær slík arbeiði skulu gerast, fyri ikki at stytta óneyðuga um livitíðina av anleggunum.

Tað ber illa til at útseta slíkt arbeiði til 2012 og 2013, tí tá bíða aðrar líknandi uppgávur á øðrum anleggum, sigur nevndin m.a. í viðmerkingum sínum.

Generatorurin til turbinu 1 á Fossáverkinum brendi av í heyst, og umvælingin av honum kemur tí inn sum óvæntað útreiðsla við 0,5 mió. kr. í 2010 og 3,5 mió. kr. í 2011.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking