SEV er nú farið undir at umvæla vatnleiðingina úr Svartadali í Strandadal á Borðoynni.
Trupulleikar hava verið við hesi leiðingini, síðani hon varð løgd um aldarskiftið. M.a. eru fleiri rør brostin millum ár og dag.
Seinastu tvey árini hevur at kalla onki samband verið millum Svartadal og Strandadal, og tí hevur elverkið á Strond bert fingið vatn úr vatngoymsluni í Strandadali.
Toldu ikki trýstið
Ein 2700 metrar long rørleiðing varð fyri 10-12 árum síðani løgd úr Svartadali í Strandadal, men tað vísti seg, at rørini ikki toldu trýstið av vatninum. Somuleiðis er lendið har á leið sera leyst, so nógv grót kemur oman úr fjallinum, eins og skriðulop eisini javnan eru har.
Avgjørt er nú at skifta ein part av rørleiðingini, sum liggur í eini hædd úr 262 niður í 139 og upp aftur í 223 metrar. Einir 200 metrar av rørum eru áður skiftir, og nú er byggifelagið Kanjon í Klaksvík farið undir at skifta 500 metrar aftrat. Kanjon hevði lægsta tilboðið av teimum trimum feløgunum, ið vóru við í innbodnu útbjóðingini.
Nýggju PE-rørini, ið verða løgd, eru 6 metrar long og 40 centimetrar í tvørmát og verða sveisað saman.
Tyrlan til hjálpar
Ein rennigravari og onnur útgerð er saman við rørum og øðrum tilfari flutt niðan á fjallið við tyrlu.
Arbeiðið, ið er mett at kosta 2,5 mió. kr., skal eftir ætlan verða liðugt um miðjan oktober, og tá rennur so vatn aftur úr Svartadali í byrgingina í Strandadali.
Verkfrøðideildin hjá SEV hevur ábyrgdina av arbeiðnum. Høgni Hansen, deildarleiðari, ið eisini er verkætlanarleiðari, sigur, at ætlanin er at skifta 500 metrar aftrat næsta ár.
1,4 mió. kWh
Vatnleiðingin úr Svartadali í Strandadal útvegar SEV umleið 1,4 mió. kilowatttímar aftrat av el úr vatni um árið. Hetta minkar samstundis um oljurokningina hjá elfelagnum við umleið einari miljón krónum um árið við dagsins oljuprísum.