Ein meiriluti í týska Samveldisdegnum hevur samtykt at lata tey 17 kjarnorkuverkini í landinum halda fram við virksemi sínum í í meðal 12 ár longri enn ætlað.
Samtyktin gongur beint ímóti eini 10 ára gamlari avtalu, sum hevur havt við sær, at átta týsk kjarnorkuverk longu eru latin aftur.
Andstøðan fer nú at senda kæru til stjórnarskipanardómstólin, tí miðhøgrastjórnin hjá Angelu Merkel kanslara letur vera við at senda nýggju kjarnorkulógina til góðkenningar í øðrumkamarinum hjá parlamentinum, Samveldisráðnum. Her hevur stjórnin eftir seinasta landspartavalið mist meiriluta sín.
Upprunaliga avtalan millum táverandi reyð-grønu samveldisstjórnina og orkufyritøkurnar segði, at síðsta týska kjarnorkuverkið skuldi koblast av elnetinum í 2022.
Samsvarar ikki við fólksins vilja
Andstøðan skýrir tí avgerðina hjá stjórnini sum eina "glantrileikalíknandi útvatnan" av kjarnorkusteðginum. Ein stórur meiriluti av týskarum er ímóti at leingja virksemið hjá kjarnorkuverkunum.
Sosialdemokratiski SPD-formaðurin, Sigmar Gabriel, hevur eisini fyrr funnist at stjórnini fyri at hava vakt "eitt av størstu samfelagsligu stríðsmálunum í samveldislýðveldinum" til lívs aftur.
Og tað eru heldur ikki øll í kristiligu demokratisku og liberalu leguni hjá Merkel-stjórnini, ið eru fegin um nýggju kjarnorkulógina. Stjórnin hevur 322 atkvøður í Samveldisdegnum. 308 atkvøddu í dag fyri lógini, 289 ímóti.