Á hvørjum ári umleið 20. januar hevur SEV sent elkundunum árligu uppgerðina yvir orkunýtsluna.
Tær fyrstu uppgerðirnar verða sendar um mánaðarskiftið januar/februar. Hetta merkir sostatt, at gjaldið fyri elnýtsluna í januar og februar mánað fellur til gjaldingar 10. mars 2013.
Kundar, sum hava goldið ov lítið fyri streymnýtsluna í 2012, gjalda hetta saman við gjaldinum fyri januar/februar mánað. Kundar, sum hava goldið ov nógv fyri streymnýtsluna í 2012, fáa upphæddina mótroknaða januar/februar gjaldinum, møgulig rest verður útgoldin. Hetta framgongur av uppgerðini, sum verður send út.
Fyri at SEV altíð kann hava eina góða og skjóta tænastu, sum kostar so lítið sum gjørligt bæði fyri kundan og SEV, verður arbeitt fram ímóti at gera tænasturnar hjá SEV so vítt gjørligt sjálvvirkandi.
Ómaksgjald á 25,00 kr. verður álagt kundum, sum ikki gera brúk av
Eisini verður ómaksgjald á 25,00 kr. lagt á kundar, sum ynskja at fáa uppgerðina senda við Posta.
Ynskiligt er, at kundar geva SEV teldupostadressuna við brúkaranummarinum/innleggingarnummarinum, sum stendur á málaranum/uppgerðini. Teldupostadressan skal sendast til sev@sev.fo.
Eru ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við sev@sev.fo.