Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum endurnýggjað

Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum endurnýggjað
Á Sundsverkinum verður støðugt arbeitt við at fremja ábøtur á umhvørvisøkinum, og í hesum sambandi varð ein ISO 14001 umhvørvisleiðslu-skipan góðkend av Det Norske Veritas í 2010.

ISO 14001 er eitt leiðsluamboð, ið skal hjálpa fyritøkum at stýra tilgongdum fram ímóti eini meiri burðardyggari framleiðslu.
Leiðsluamboðið hjálpir fyritøkuni at fáa yvirlit yvir umhvørvisárinini, eitt nú burturkasti, spillvatni, oljunýtslu, rávørunýtslu, vatni, elnýtslu o. s. fr. Harafturat hjálpir amboðið fyritøkuni at eyðmerkja og seta í verk møguligar ábøtur, har dentur verður lagdur á, at virka verður fyri  útreiðsluvirknum loysnum.
ISO 14001 góðkenningin er galdandi í 3 ár, og í siðstu viku endurnýggjaði Sundsverkið góðkenningina.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking