Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at seta umhvørvisgjald í gildi næsta ár, sum skal umfata autodiesel og allar oljuúrdráttir.
Tað stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2011, sum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, almannakunngjørdi í dag.
Eftir ætlanini verður eitt umhvørvisgjald á 50 oyru/liturin lagt á autodiesel og 10 oyru/liturin á allar aðrar oljuúrdráttir, ið verða seldir í Føroyum.
Gevur 40 mió. kr. um árið
Endamálið við uppskotinum er at útvega landskassanum nýggjar inntøkur, samstundis sum inntøkugrundarlag landskassans verður breiðkað og størri atlit verða tikin at umhvørvinum í føroyska avgjaldspolitikkinum, stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.
Uppskotið útvegar landskassanum umleið 40 mió. kr. í árligari meirinntøku.
Eingin verður frítikin fyri at rinda umhvørvisgjaldið, og tí er hetta allarhelst breiðasta avgjaldsgrundarlagið, vit kenna til í Føroyum í dag.
At avgjaldsgrundarlagið er so breitt, hevur við sær, at avgjaldið ikki nýtist at vera so høgt, samstundis sum tað ikki er kappingaravlagandi ella á annan hátt ger mismun millum brúkarar av oljuúrdráttum, stendur m.a. í viðmerkingunum.