Umhvørvisárinsmetingin av vindorkuverkætlanini í Húsahaga

Umhvørvisárinsmetingin av vindorkuverkætlanini í Húsahaga
Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni er umhvørvisárinsmetingin løgd til almenna hoyring.

Umhvørvisstovan sigur, at hervið hava kommunan, myndugleikar, feløg og viðkomandi almenningur møguleika at koma við viðmerkingum til metingina. Harumframt siga tey eisini, at hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar skulu vera teimum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juni 2013.
Leinkja til Umhvørvisstovuni her

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking