Umboðsnevndin hjá SEV samtykti at útseta málið um at taka støðu til uppskotið um bygnaðarbroytingar, sum stýrið legði fyri umboðsnevndina á umboðsnevndarfundi í dag.
Stýrið legði uppskotið fram og mælti samstundis umboðsnevndini til at útseta støðutakanina til ein eyka umboðsnevndarfund 14. september 2007. Stýrið heldur, at umboðsnevndarlimir og kommunustýrislimir kring landið eiga at fáa góðar tíð at viðgera uppskotið.
Uppskotið snýr seg í høvuðsheitum um at skipa SEV eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar 2009. Sambært uppskotinum heldur SEV kortini fram sum lutafelag, men stýrið verður umskipað til eina nevnd eins og í partafeløgum.
Endamálið við uppskotinum, sum hevur við sær fimm høvuðsbroytingar, er at gera SEV smidligari og meira tíðarhóskandi. Tað merkir, at stýrið skjýtur upp at geva eigarunum, t.e. kommununum, meira beinleiðis ávirkan á einum ársaðalfundi, sum kemur í staðin fyri umboðsnevndarfundirnar. Ímillum aðalfundirnar skal ein nevnd stýra felagnum eftir høvuðslinjum, sum eigararnir seta út í kortið á aðalfundunum.
Umboðsnevndin samtykti eisini at útseta málið um at broyta viðtøkurnar, grein 4, stk. 2, sum ásetir, hvussu stýrislimir verða valdir. Sambært uppskotinum skulu einstøku økini velja stýrislimirnar beinleiðis, og ikki sum nú har umboðsnevndin velur stýrislimirnar. Málið var eisini útsett til eyka umboðsnevndarfundin í heyst.
Umboðsnevndin tók frágreiðingina frá stýrinum fyri 2006 til eftirtektar og góðkendi roknskapin fyri 2006. Rakstrarroknskapurin 16,2 milliónir krónur í avlopi.