Umboðsnevndin fer at taka støðu til bygnaðarbroytingar

Umboðsnevndin í SEV fer á fundi í morgin at taka støðu til eitt uppskot um bygnaðarbroytingar, sum hevur til endamáls at gera SEV til ein smidligari og meira tíðarhóskandi felagsskap

Umboðsnevndin hjá SEV fer á regluliga umboðsnevndarfundinum í morgin at taka støðu til eitt uppskot um bygnaðarbroytingar.

Stýrið hevur í eina tíð arbeitt við uppskotinum, sum hevur til endamáls at gera SEV til ein smidligari og meira tíðarhóskandi felagsskap. Uppskotið til bygnaðar- og viðtøkubroytingar verður lagt fram sum fimta punkt á dagsskránni, sum sær soleiðis út:

1. Frágreiðing frá stýrinum um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári.

2. Grannskoðaður rakstrarroknskapur og fíggjarjavni fyri 2006 til góðkenningar

3. Val av grannskoðara, jbr., stk. 2.

4. Vatnorkuútbyggingin í Eysturoy - partur av Eiði 2.

5. Uppskot stýrisins til bygnaðar- og viðtøkubroytingar.

6. Broyting av viðtøkum felagsins 4. gr., stk. 2, petti 2.

Umboðsnevndarfundurin verður á Hotel Føroyum í morgin kl. 10.00, og hann er almennur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking