SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Umboðsnevndarfundur

Umboðsnevndarfundur

Stríðið í ovastu leiðsluni hjá SEV um uppsøgnina av stjóranum endaði sum kunnugt í Umboðsnevndini fyri SEV, sum seinasta fríggjadag hevði málið á skránni.

Stríðið í ovastu leiðsluni hjá SEV um uppsøgnina av stjóranum endaði sum kunnugt í Umboðsnevndini fyri SEV, sum seinasta fríggjadag hevði málið á skránni. Á skránni var eisini spurningurin um nýval av stýri og umboðsnevndarformanni.
Úrslitið av umboðsnevndarfundinum var hettar:

Kristian Fríðrik Olsen, Klaksvík varð valdur sum nýggjur umboðsnevndarformaður.
Hann hevur verið stýrislimur hjá SEV frá 1993 og til nú, hann tók við starvinum sum umboðsnevndarformaður. Hann er 53 ára gamal. Hann er stjóri hjá Landingarmiðstøð Føroya. Harafturat er hann býráðslimur í Klaksvíkar býráð og umboð fyri SEV í nevndini fyri P/F Fjarhitafelagnum, har hann er nevndarformaður.

Nývalið av stýrinum gav tað úrslit, at fimm nýggir stýrislimir vórðu valdir. Teir sjey, sum nú manna stýrið eru:

Leivur Hansen, Tórshavn, afturvaldur. Hann er 53 ára gamal. Hann er sjónvarpsmaður og er harafturat býráðslimur í Tórshavnar býráð.
Poul Arni Jacobsen, Sørvág, afturvaldur. Hann er 42 ára gamal. Hann er verkfrøðingur og rekur ráðgevandi verkfrøðingafelagið Sp/F West Tech.
Torleif Sigurðsson, Klaksvík, nývaldur. Hann er 59 ára gamal. Hann er útgerðarmaður og er hann eisini býráðslimur í Klaksvíkar býráð.
Regin Olsen, Runavík, nývaldur. Hann er 50 ára gamal. Hann er virkisleiðari á Landingarmiðstøðini Kongshavn, og er hann eisini býráðslimur í Runavíkar býráð.
Jógvan Emil Nielsen, Vestmanna, nývaldur. Hann er 33 ára gamal. Hann er verkfrøðingur og stjóri á P/F Atlantis.
Bødvar Poulsen, Dalur, nývaldur. Hann er 41 ára gamal. Hann rekur egið snikkaravirki. Hann er bygdaráðslimur í Húsavíkar bygdaráð.
Eli Frederiksen, Porkeri, nývaldur. Hann er 66 ára gamal. Hann er lærari, og er hann eisini bygdaráðsformaður í Porkeris kommunu.

Skipan av stýrinum
Nýggja stýrið hevði sín fyrsta fund fríggjadagin, tann 17. februar 2006, og skipaði seg við Leivur Hansen sum formanni og Poul Arna Jacobsen sum næstformanni.

Málið um uppsøgnin av Klæmint Weihe, stjóra
Á sama stýrisfundi varð málið um uppsøgn av Klæmint Weihe, stjóra umrøtt. Uppsøgnin av honum er ásett at fáa virknað frá mánadegnum, tann 20. februar.
Avtalað varð, at stýrið skal taka málið uppaftur til viðgerðar.
Fyri at nýggju stýrislimirnir skulu fáa neyðugu tíðina til at seta seg inn í málið varð avgjørt fyribils at seta úr gildi ásetingina í uppsøgnini um, nær uppsøgnin far virknað, og verður Klæmint Weihe samstundis frítikin frá arbeiðinum, til nýggja stýrið hevur tikið støðu til málið. Málið verður á skránni til stýrisfundin komandi fríggjadag, tann 24. februar 2006.

Vónandi bera broytingarnar við sær, at stýrið, leiðsla og starvsfólk nú aftur fáa arbeiðsfrið.

Við vón um framhaldandi gott samstarv.

Vinarliga

Leivur Hansen,
stýrisformaður


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking