Í oddagrein í Dimmalætting 6.januar 2011 verður sóknast eftir, at SEV kemur “meira alment fram við, hvørjar ætlanir felagsskapurin hevur”.
“Liggja aðrar ætlanir í kortunum enn bara vatnorkuútbyggingin?” verður m.a. spurt, og víst verður í hesum sambandi á, at “fleiri eru farin at ivast í, um vatnorkuútbyggingin er einasti vegurin at ganga”.
Til hetta er at siga, at SEV ongantíð hevur sagt, at vatnorka er “einasti vegurin at ganga”. Tvørturímóti verður og hevur eisini verið arbeitt við vindorku, sjóvarfallsorku og alduorku, sum tó nú er steðgað, tí landsstýrið ikki tók undir við ætlanini.
Vindorka
SEV hevur síðani byrjanina av 2009 verið til reiðar at fara undir munandi vindorkuútbygging í Neshaga. Sum kunnugt fer útbygging av vindorku í dag fram eftir nýggju elveitingarlógini og verður stýrd av Elveitingareftirlitinum smbrt. útdelegering frá Vinnumálaráðnum.
Í sambandi við útbjóðingina hjá Elveitingareftirlitinum av vindorku, har tilboðini skulu vera inni 11. februar, verður SEV millum tilboðsgevararnar.
SEV arbeiðir eisini seriøst við øðrum vindorkuloysnum.
Oljuprísurin
Umráðandi er tó í øllum orðaskiftinum um príshækking v.m. at gera sær greitt, at raksturin hjá felagnum fyrst og fremst má hanga saman, og her eru tað hækkaðu oljuprísirnir, sum hava skapt størstu trupulleikarnar.
Hvørt tær ymisku orkuloysnirnar úr vatni, vindi, sjóvarfalli o.ø. eru dýrari í mun til hvør aðra ella ikki, er torført at meta um. Ymiskt er, hvussu íkastið ávirkar veitingartrygdina, eins og loysnirnar eisini hava ymiska livitíð.
Viðvíkjandi opinleikanum mótvegis almenninginum er at siga, at SEV regluliga kunnar um virksemi sítt t.d. á aðalfundum (sum eru almennir), í árs- og fundarfrágreiðingum, á heimasíðuni og í sambandi við fyrispurningar frá fjølmiðlum og almenninginum annars.
Elprísir her og har
At halda uppá – so sum gjørt verður í oddagreinini – at elprísirnir í grannalondunum eru nógv lægri enn í Føroyum, vilja vit fegin síggja skjalprógvað. Hagtøl, vit kenna til, vísa hesum aftur.
Prísirnir í grannalondunum eru ein samanseting av framleiðslu- og netkostnaði og avgjøldum v.m. Almennur stuðul til framleiðararnar framgongur ikki av prísinum.
Nevnt kann í hesum sambandi vera, at t.d. danska orkufelagið Dong Energy fær almennan stuðul uppá væl omanfyri 1 kr/kWh fyri vindorkuútbyggingar í Danmørk, Týsklandi og Bretlandi smbrt. grein í Børsen 13. september 2010.
Annars er tað misvísandi at samanbera framleiðslukostnað og elprísir í einum lítlum fjarskotnum og isoleraðum oyggjasamfelag við prísir í stóru grannalondunum, sum eru samanbundin í felags net og hava stórrakstrarfyrimunir í framleiðsluni.
At enda skal verða sagt, at SEV heilsar orðaskifti um elorkuútbygging vælkomnum og luttekur framhaldandi fegið í kjakinum.
Við nýggjárskvøðu og vinaligari heilsan.
Hákun Djurhuus,
Stjóri í SEV